- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flaggdagshald um alt landið
Flaggdagshald eru um alt landið í dag. Í Fámjin har fyrsta flaggið hongur, er flaggdagshald nú klokkan tvey, og flaggrøðuna í Fámjin heldur Jógvan Fríðrikson bispur.
Í Vági er flaggdagshaldið klokkan 15.30 og er tað Viberg Sørensen, sum heldur flaggrøðuna. Skótaliðið Royndin skipar fyri.
Klokkan 15 varpar Kringvarpið av Vaglinum í Havn, har Theodor Eli Dam Olsen, prestur, ber framm flaggdagsrøðu.
Í Fuglafirði verður flaggdagshaldið í Miðstaðarlundini kl. 14.00. Jastrid á Dalbø flytur fram røðu, skótarnir luttaka og hornorkestrið spælir.
Kl. 14 verður eisini flaggdagshald í Runavík í Skótahúsinum við Løkin. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur røðuna, Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Á Skála verður flaggdagshaldið í Bátahylimum klokkan 16.30. Har heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum flaggdagsrøðuna.
Og kl. 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum. Jógvan Óli á Fríðriksmørk heldur flaggrøðuna.
Í Kaldbank heldur Jógvan Arge røðu klokkan 16.30.