- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vága floghavn 8,8 milliónir í avlopi
Vága Floghavn hevði 8,8 milliónir í avlopi í fjør. Hetta er eitt nógv betri úrslit enn árið fyri, tí í 2021 hevði PF Vága Floghavn eitt hall uppá 5,6 milliónir krónur.
Vága Floghavn, sum hevur havt aðalfund í dag, upplýsir, at í 2022 fóru fleiri enn 400 túsund ferðandi um flogvølllin. Tó er talið ikki líka stórt, sum tað var í 2019, tá góð 424 túsund fólk fóru um flogvøllin í Vágum.
Vænta met í ár
Vága Floghavn hevur góðar vónir fyri 2023. Sjálvt um ferð ikki kom á ferðsluna fyrstu tveir mánaðirnar av árinum, so vænta tey, fleiri ferðafólk fara um flogvøllin í ár enn metárið í 2019.
Herfyri var val av starvsfólkavaldum umboðum í nevnd felagsins hildið.
Tórstein á Steig varð afturvaldur, meðan Sámal Birgir Johansen og Evan Hilmarsson, sum hava verið í nevndini í ávikavíst átta og fýra ár, ikki stillaðu upp aftur. Í teirra stað vóru Nanny Falkvard og Egil B Joensen vald,
Birita heldur fram sum forkvinna
Á aðalfundinum í dag vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, og nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.
Eftir aðalfundin er nevndin mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, Janus Rein, Gunn Hanusardóttir Møller og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Falkvard, Tórstein á Steig og Egin B. Joensen eru starvsfólkavald umboð.