- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjóvinnustýrið vil hava arbeiðsumhvørvisráð
Neyðugt er við fleiri átøkum fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar umborð á pørtum av føroyska fiskiflotanum.
Sjóvinnustýrið vil hava arbeiðsumhvørvisráð fyri fiskivinnuna á sjógvi, og manningarfeløg vilja hava lógarásetingar um, at skipini skulu liggja ávísar dagar av árinum, eitt nú um høgtíðir.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Føroyskir fiskimenn fáa ov vánaligan svøvn, og tað gongur út yvir heilsuna og økir um vandan fyri arbeiðsóhappum umborð.
Tað er niðurstøðan í Ph.D ritgerð hjá Annbjørg Abrahamsen.
Og so verða ásetingarnar um trygd á sjónum heldur ikki hildnar.
Tað er niðurstøðan í kanning hjá Sjóvinnustýrinum, sum kannaði umstøðurnar á partrolarum eftir samanstoytin millum Eysturbúgvan og Vesturbúgvan í fjør.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- & Navigatørfelagnum og Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, skiftu orð um trygd umborð á fiskiskipum í Breddanum fyrrapartin.
Allur Breddin kann hoyrast her.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)