Fútin: Fregnartænasturnar hava njósnaramál

Fútin: Fregnartænasturnar hava njósnaramál
Michael Boolsen sigur, at samskifti er alla tíðina millum seg, landsstýrið og fregnartænasturnar um málið
Michael Boolsen, fúti.
 
20.04.2023 - 12:20

Tað er ikki politiið í Føroyum, sum tekur avgerðir um mál sum tey, sum komu fram í ljósið í gjár um illgrunan um russisk fiskiskip, sum njósna, millum annað í Føroyum. 

Fregnartænasturnar hjá politinum, PET, og verjuni, FE, hava slík mál.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti.

Og skal politiið í Føroyum fara um borð í skip, sum hava fremmant flagg, skal ítøkiligur illgruni vera um okkurt revsivert ella illgrunasamt.

Slíkur illgruni er ikki í hesum førinum, sigur fútin.

Fútin sigur, at samskifti er alla tíðina millum seg, landsstýrið og fregnartænasturnar um hetta málið.

 

Skal politiið í Føroyum fara um borð í skip, sum hava fremmant flagg, skal ítøkiligur illgruni vera um okkurt revsivert ella illgrunasamt. Og slíkur illgruni er ikki í løtuni, sigur Michael Boolsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV