- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dokkingin av Teistanum útsett
Nú boða Strandfaraskip landsins frá, at Teistin fer á beding 1.mai.
Hann skuldi upprunaliga fara á beding í gjár.
Men Hasfjord hevur umfatandi maskinskaða. Bíðað verður tí eftir, at hann er umvældur.
Fólk úr Skotlandi eru á veg til Føroya at umvæla brekið.
Hasfjord hevur maskinskaða, og fólk úr Skotlandi eru á veg at umvæla brekið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tekur tríggjar vikur
Væntandi verður Hasfjord tøkur aftur, tá Teistin fer á beding, sigur Strandferðslan.
Hon væntar, at Teistin verður á beding í okkurt um tríggjar vikur.
Ætlanin var, at Ternan skuldi til árligt eftirlit, so skjótt sum Teistin kom av beding aftur.
Men hetta er nú flutt til seinni í ár, helst til seinast í august.