- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan skal handtaka ákærdan mann
Aftur hesa ferð kom tann eini ákærdi ikki í rættin, so málið er aftur útsett.
Málið móti fýra ungum fólkum, tveimum kvinnum og tveimum monnum, sum eru ákærd fyri rán við at brúka harðskap, helt fram í Føroya mánadagin.
Týsdagurin var eisini settur av, men málið er úsett eins og í februar, tá tað eisini var í Føroya rætti.
Skal handtakast
Orsøkin er, at tann eini ákærdi maðurin kemur ikki í rættin. Hann skuldi handtakast sunnudagin, men tá var hann í Danmark.
Rætturin hevur nú givið boð um, at maðurin verður handtikin. Og so verður rættarfundur ásettur.
Ikki ber til at geva fráverudóm í hesum førinum, tí kravið hjá ákæruvaldinum er minst eitt árs fongsul.
Nokta seg sek
Fólkini, sum eru fødd ávikavist í 1998, 2001 og 2004, nokta seg sek.
Fólkini eru ákærd fyri við harðskapi at noyða ein mann at flyta sær pengar.
Hendingin var á einum gistingarhúsi í Havn í apríl 2021.
Ákærin fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing.