- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísirnir hækka við minni ferð nú
Prísirnir hækka framvegis, men ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Nú er vøksturin 8,3 prosent, sigur Hagstovan.
Rentur og streymprísur eru størsta orsøkin til prísvøksturin.
Frá februar í 2022 til februar í ár eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir 13,3 prosent.
Smør og margarin 27 prosent dýrari
Prísirnir á oljum og fitievnum, so sum smøri og margarini, eru hækkaðir 27 prosent.
Breyð og kornvørur eru dýrkað góð 15 prosent seinasta árið.
Grønmeti er vorðið sløk 16 prosent dýrari, og kaffi, te og kakao eru vorðin meira enn 20 prosent dýrari. Men sukur og góðgæti eru ikki vorðin so nógv dýrari, bara sjey prosent. Sodavatn er seks prosent dýrari.
Rentuútreiðslur eru hækkaðar 27,7 prosent og húsaleiga 16,3 prosent. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
Rentuútreiðslurnar hækkaðar 27 prosent
Rentuútreiðslurnar hava størstu ávirkanina á brúkaraprístalið hesa ferð.
Tað er vorðið dýrari at fáa sær eitt stað at búgva.
Rentuútreiðslur eru hækkaðar 27,7 prosent og húsaleiga 16,3 prosent.
Bæði el og olja eru eisini vorðin dýrari.
Bara fjarhitin stendur í stað.