Nú eru 54.300 fólk í Føroyum

Nú eru 54.300 fólk í Føroyum
Seinasta árið hevur fólkavøksturin verið heldur lakari enn undanfarin ár, tí burðaravlopið er minkað
608 fólk løgdust aftrat seinasta árið. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
18.04.2023 - 14:40

608 fólk løgdust aftrat seinasta árið, og 1. mars búðu 54.303 fólk í Føroyum, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Vøksturin er 1,1 prosent.

Seinasta árið hevur fólkavøksturin verið heldur lakari enn undanfarin ár, tí burðaravlopið er minkað.

Burðaravlopið, sum er munur millum fødd og deyð, var 143 fólk, og nettotilflytingin var 465 fólk.

Fólkatalið vaks í 19 av teimum 29 kommununum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu.

Størsta minkingin í fólkatalinum var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu.

Fólkavøkstur hevur verið øll seinastu níggju árini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV