Broytti avgerð hjá TAKS um rentustuðul

Broytti avgerð hjá TAKS um rentustuðul
Kærustovnurin sigur, at eitt lutaíbúðafelag hevur rætt til rentustuðul
TAKS segði, at viðtøkurnar hjá felagnum eru í stríð við ásetingar í lógini um lutaíbúðafeløg. Men Kærustovnurin kom til aðra niðurstøðu. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.04.2023 - 08:30

Kærustovnurin hevur broytt eina avgerð hjá TAKS, sum noktaði at geva eina lutaíbúðafelag rentustuðul.

Felagið hevur rætt til at fáa rentustuðul, tí tað er stovnað sambært lógini um lutaíbúðafeløg, sigur Kærustovnurin.

TAKS segði, at viðtøkurnar hjá felagnum eru í stríð við ásetingar í lógini um lutaíbúðafeløg. 

Tí eigur felagið ikki at fáa rentustuðul, segði TAKS.

Men ta avgerðina hevur Kærustovnurin nú broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV