- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur toskur á Bankanum
Aftur toskur á Bankanum
Serligi toskastovnurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur. Tað er niðurstøðan hjá Havstovuni eftir nýggjastu yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni.
23.03.2023 - 20:39
Eftir hampuligan fiskiskap í áttatiárunum, var sera lítið at fáa á Føroya Banka í hálvfemsunum.
Um aldarskiftið var aftur nógv at fáa og í 2003 var rættiligur rokfiskiskapur á Bankanum.
Síðani minkaði fiskiskapurin aftur ár um ár og í 2008 varð Føroya Banki stongdur fyri vinnuligari veiðu.
Men nú sær serliga toskaslagið á Føroyabanka út til at vera komið fyri seg aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV