- Tíðindi, mentan og ítróttur
“Vit vilja takast í álvara”
“Vit vilja takast í álvara”
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur samfelagið hava ábyrgd av, at vit hava nøktandi tal av sjúkrarøktarfrøðingur.
19.03.2023 - 10:20
Samfelagið noyðist at taka trotið á sjúkrarøktarfrøðingum í álvara og gera okkurt við tað!
So greiður er boðskapurin hjá yvir 300 sjúkrarøktarfrøðingum, nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í gjár hevði aðalfund á Hotel Føroyum.
- Skulu vit hava nakra vón um at hava nøktandi tal av sjúkrarøktarfrøðingum, bæði við grundútbúgving og serútbúgving, mugu vit sum samfelag taka ábyrgd av at útbúgva hesar sjálvi og ikki liggja sjóvarfallið av okkum, sigur felagið eftir aðalfundin.
- Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, fleiri sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving og einari arbeiðsviku, ið fer væl niður um 37 tímar skulu til nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV