19 ára gamli Torbjørn Hentze rann 134 km í 20 tímar í Havnardali

05.08.2024 - 09:21
ÍtrótturAnnar ítróttur
19 ára gamli Torbjørn Hentze rann 134 km í 20 tímar í Havnardali
Tað er hart fyri bæði kropp og sál at renna Backyard Ultra. Tað siga bæði vinnarin og fyriskiparin av rennikappingini Backyard Ultra, sum vitjaðu Summarmorgun.
Mynd: Góðan morgun Føroyar  
Torbjørn Hentze, vinnari av Tórshavn Backyard Ultra-renningini um vikuskiftið, og Hallur Holm, fyriskipari

Um vikuskiftið varð rennikappingin Backyard Ultra hildin annað árið árið á rað.

53 rennarar skuldu hvønn tíma renna 6,7 kilometrar, so ofta kroppurin og heilin orkaðu, inntil bara ein er eftir.

Í fjør var eingin vinnari, tí tveir teir seinastu rennararnir avgjørdu at steðga samstundis.

Men hesaferð bragdaði.

Men klokkan fýra sunnumorgunin kom bara ein rennari á mál, og tað var ungi rennarin Torbjørn Hentze úr Bragdinum.

Tá hevði hann verið í gongd í 20 tímar og lagt góðar 134 kilometrar aftur um seg.

Torbjørn Hentze er komin í útvarpsstovuna í morgun saman við Halli Holm, sum var ein av fyriskiparunum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482