
- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ vil ikki tapa dystin orsakað av frosti

Kalda veðrið hevur fingið KÍ at tendra hitaskipanina á Tórsvølli til UEFA Conference League-dystin móti Slovan Bratislava í kvøld.
Tað gjørdi felagið longu týsdagin, og tað kostar umleið 10.000 krónur um dagin at hava hitan á Tórsvølli tendraðan.
"Vit høvdu óivað tapt dystin, um vit ikki høvdu vøllin kláran við dystarbyrjan í kvøld, og tí eru tað væl givnir pengar, at vit hava tendrað hitan í Tórsvølli," sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Tummas Lervig fegnast um, at Tórsvøllur hevur eina tílíka hitaskipan.
Staðið seg framúr væl á heimavølli
KÍ spælir í kvøld síðsta heimadystin í søguliga UEFA Conference Leagu-bólkaspælinum fyri føroyskan fótbólt.
Tað er fyrstu ferð, at eitt føroyskt fótbóltsfelag hevur spælt seg í eitt evropisk bólkaspæl fyri lið.
Higartil hevur KÍ staðið seg framúrskarandi væl á heimavølli og fingið 0-0 javnleik móti franska Lille, og so smurdi KÍ slovenska Olimpija Ljubljana av 3-0.
Ólukkutíð, so tapti KÍ á útivølli móti Olimpija Ljubljana, og tapið gjørdist uppaftur svárari av tí, at stóra stjørnan á KÍ-liðnum, Árni Frederiksberg, fekk reytt kort í dystinum.
Um KÍ skal spæla seg víðari úr bólkaspælinum, er kravið, at KÍ vinnur dystin móti Slovan Bratislava á Tórsvølli í kvøld klokkan 17.45.
Tak niður
Sí eisini