Skulu eisini klára at forsyrgja familjuni

02.09.2023 - 14:29
Innlendis
Skulu eisini klára at forsyrgja familjuni
- Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða skulu eisini klára at forsyrgja familjuni, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða undir reglunum í snarskipanina, skulu nú hava eina mánaðarliga inntøku á í minsta lagi 34.700 krónur um tey eisini skulu hava hjúnafelagan ella tann, sum viðkomandi livir saman við, við sær til Føroya.

Broyting er nú gjørd í útlendingakunngerðin, soleiðis at útlendingar, sum vilja hava vinnuligt uppihaldsloyvi, og sum vilja fáa familjuna við sær til landið, skulu lúka eitt krav um inntøku.

Um tey eisini hava eitt barn við sær, skal mánaðarinntøkan vera í minsta lagið 39.800 kr.

Um talan bara er um eitt barn, sum er samfylgjandi familja, so skal inntøkan í minsta lagi vera 28.300 krónur um mánaðin.


Hoyr samrøðuna við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840