
- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ-formaður: "Støðan í økinum ávirkar sjálvandi"

"Tað er ein spent støða at fara til eitt slíkt stað at spæla dyst. Men vit mugu fyrihalda okkum til dystarætlanina," sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, nú dystur skal spælast í Tiraspol í Moldova, sum liggur beint við markið til Ukraina.
FC Sheriff Tiraspol er heimahoyrandi í Tiraspol, ið er høvuðsstaður í sonevnda útbrótaralýðveldinum Transnistria, sum liggur millum Ukraina og Moldova.
Hetta er ein pro-russiskur landspartur í Moldova, sum í 1990 lýsti seg sum sjálvstøðugt lýðveldi, men enn hevur einki ST-limaland viðurkent Transnistria sum sjálvstøðuga tjóð.
Tiraspol liggur beint við markið til Ukraina, og frá Tiraspol til Odessa, sum javnan verður álopin av Russlandi, eru bara góðir 100 kilometrar.
Norra og Svøriki frámæla ferðing
Bæði norskir og svenskir myndugleikar mæla frá allari óneyðugari ferðing til Transnistria.
Eftir russisku innrásina í Ukraina í fjør fekk Sheriff Tiraspol bann fyri at spæla sínar altjóða heimadystir í Tiraspol.
Í staðin mátti liðið spæla sínar heimadystir í moldovska høvuðsstaðnum Kisinau.
Tað bannið er ikki galdandi í ár.
Tak niður
Sí eisini