- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eygleiðari: Opið løgtingsval
Alt stendur opið.
Tað sigur Ingi Samuelsen, redaktørur á blaðnum Vikuskifti, í dag í sambandi við nýggju veljarakanninga, sum blaðið hevur kunngjørt í dag.
"Men tað er ikki óhugsandi, at blokkpolitikkurin, sum hevur dominerað føroyskan politikk seinastu árini, verður brotin, og at vit fáa vit eina samgongu millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin."
Kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri blaðið Vikuskifti, vísir, at Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur á tingi eftir løgtingsvalið 8. desember.
Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 9 tingfólk, Sambandsflokkurin fær 7, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi fáa 6 í part, Miðflokkurin fær 3, og Framsókn fær 2. Sjálvstýri kemur ikki upp um tinggáttina hesaferð sambært kanningini.
Sí eisini