- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfelagsforkvinna: Semingsstovnurin leggur lønarlagið
15.03.2022 - 12:44
Innlendis›Samfelag
Fakfelagsforkvinna: Semingsstovnurin leggur lønarlagið
Semingsstovnurin verður boðsendur javnan, tí arbeiðsgevarar megna ikki sína uppgávu, sigur Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2021-02-12-10h15m38s989.png?itok=EVJex_Sf)
Óluva í Gong er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Frælsi samráðingarrætturin er bara eitt eiti, og í veruleikanum er tað Semingsstovnurin, sum leggur lønarlagið í føroyska samfelagnum.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hon heldur, at tað at Semingsstovnurin so javnan verður boðsendur, er tekin um, at arbeiðsgevararnir megna ikki sína uppgávu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV