- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainsk flóttafólk: Takk Føroyar
"Takk Føroyar," vóru orðini frá 65 ára gomlu Nadja Shvets, tá hon kom um markið til Póllands saman við manninum, 70 ára gamla Alexander Shvets.
Fyri teimum stóð dótturin Maria Shvets Olsen og maður hennara, Ken Olsen, sum vóru klár at taka tey bæði við sær til Føroya og Rituvíkar.
Og seinnapartin lenda tey øll í Vágum.
Harvið verða Nadja og Alexandur fyrstu ukranisku flóttafólkini, sum koma til Føroya.
Nadja Shvets, Maria Shvets Olsen, Ken Olsen og Alexander Shvets klokkan fimm sunnumorgunin við markið millum Ukraina og Pólland.
Strævin ferð
Nadja Shevets og maðurin, Alexander Shvets, høvdu havt eina strævna ferð, sum byrjaði í Kirovagrad mitt í Ukraina fríggjadagin.
Tey vita ikki nær ella um tey síggja heimið í Ukraina aftur.
Hoyr reportasjuna, ið John Johannesen, journalistur, og Gestur Lómstein, miðlatøkningur, hava sent heim frá markinum millum Ukraina og Pólland.
John Johannesen og Gestur Lómstein
Sí eisini