
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin: Yvir 100 tilburðir í dag

Metnógv smitta hevur verið staðfest seinastu dagarnar.
"Vit eru sperd í løtuni, so vit hava innkallað 10 fólk til at smittuspora," sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum ásannar, at tamarhald ikki er á støðuni.
"Talið av tilburðum verður yvir 100 í dag," viðgongur landslæknin.
Lars Fodgaard Møller mælir til, at føroyingar avmarka sosialu samveru næstu tíðina.
"Eg síggi fyri mær, at hetta bara er byrjanin, og at smittutølini fara at hækka. Tað, ið er umráðandi nú, er, at vit fáa tamarhald á smittuni aftur. Vit hava ikki upplivað so nógv smittu í Føroyum fyrr," sigur landslæknin.
Lars Fodggard Møller væntar, at høgu smittutølini verða atvoldin til, at fleiri fólk verða innløgd við koronu, eisini ung fólk.
Sí eisini
