- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fútin: Eingin skipaður kriminalitetur í Føroyum
28.09.2021 - 17:59
Innlendis›112
Fútin: Eingin skipaður kriminalitetur í Føroyum
Michael Boolsen sigur, at felags fyri brotsverkini, sum vóru framd um vikuskiftið, er, at tey hava tilknýti til rúsevnisumhvørvið
Kriminaliteturin er vorðin meira samansettur, men talan er ikki um skipaðan kriminalitet í Føroyum.
Tað sigur Michael Boolsen, fúti, eftir fleiri grov brotsverk um vikuskiftið.
Fútin sigur, at felags fyri málini er, at tey hava tilknýti til rúsevnisumhvørvið. Av tí at málini eru so samansett, setir tað stór krøv til politiið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Eldurin á Stykkinum um vikuskiftið var eftir øllum at døma ásettur. Fútin sigur, at kriminaliteturin í Føroyum er vorðin meira samansettur, men talan er ikki um skipaðan kriminalitet. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV