- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 dagar sóttarhaldið tryggjar sjúkrahúsverkið

Í Danmark skulu fólk, sum hava verið í smittuvanda, seks dagar í sóttarhald, og sleppa út, um koronukanningin er negativ eftir sætta dagin. Í Føroyum er kravið sóttarhald í 10 dagar.
Hetta skilir ein ørkymlaður Torkil Rasmussen ikki. Hann situr í sóttarhaldi saman við trimum smáum børnum, tí tey hava øll verið í smittuvanda.
Torkil Rasmussen spyr tískil, hvør læknafakliga grundgevingin er fyri, at tað er munur á sóttarhaldinum í Føroyum og í Danmark?
>>HOYR SAMRØÐUNA VIÐ TORKIL RASMUSSEN
Orsøkin er, at í Føroyum hava heilsumyndugleikarnir sæð, at tað eru dømir um, at koronusmittan brýtur út 10 dagar eftir, at fólk eru komin til landið, sigur landslæknin.
- Tað føroyska heilsuverkið er viðbreknari enn tað danska, og tí halda vit fast í einum longri sóttarhaldi, tá fólk hava verið í smittuvanda, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
HOYR SAMRØÐUA VIÐ LANDSLÆKNAN, SUM VARÐ SEND BEINLEIÐIS Í ÚTVARPSTÍÐINDUNUM (trýst á play undir myndini).
Sí eisini