- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin: "Støðan er álvarslig"

Støðan er álvarslig.
So greiður er boðskapurin frá Lars Fodgaard Møller, landslækna, nú 92 koronatilburðir eru staðfestir síðani 1. juli.
Bara í gjár vórðu 23 staðfest smittað.
Koppseting einasta vápnið
Lars Fodgaard Møller heitir nú enn einaferð á føroyingar um at lata seg koppseta ímóti covid-19. Tað ger hann eftir seinasta útbrotið við Delta frábrigdinum.
"Vit hava ríkiligt av vaksinu, og okkara einasta vápn ímóti covid-19 er at koppseta fólk," sigur Latrs Fodgaard Møller.
"Fáa vit fólkið koppsett, kunnu vit fáa okkara vanliga lív aftur. Skjótari vit fáa flokkimmunitet, minni verður møguleikin fyri størri útbrotum, og so kunnu vit fáa eitt vanligt samfelag aftur. Tí vil eg heita á fólk um at lata seg koppseta sum skjótast," sigur hann.
Higartil eru sløk 46 prosent av føroyingum liðugt koppsettir. 61 prosent hava fingið fyrra prikið. Samanlagt eru sløk 57.000 prik givin, og Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 prik skulu gerast fyri at fáa flokkverju ímóti covid-19 í Føroyum.
Hoyr samrøðuna við Lars Fodgaard Møller, sum var gestur í útvarpsstovuni.
Sí eisini