- Tíðindi, mentan og ítróttur
Er skelkað av ætlanini hjá landsstýrismanninum
17.06.2021 - 12:55
Innlendis›Politikkur
Er skelkað av ætlanini hjá landsstýrismanninum
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sigur, at fær arbeiðsgevarin ikki viðhald, lóggevur hann til egnan fyrimun
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Landsstýrið og arbeiðsgevararnir á almenna arbeiðsmarknaðinum tátta takið um fakfelagsrørsluna.
Tað heldur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Hon er skelkað av ætlanini hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, at herða inntrivini, tá verkfall er, samstundis sum verandi sáttmálatræta er óloyst.
Óluva í Gong sigur, at nú er tað vorðið so, at fær arbeiðsgevarin ikki viðhald um undantøk, t.d. í Fasta gerðarrætti, lóggevur hann til egnan fyrimun.
Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Óluvu í Gong, sum var gestur í útvarpsstovuni.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV