![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/ternan2_0.jpg?itok=2nV-J7yT)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Long tíð til fólkið slapp av skipinum
31.05.2021 - 14:00
Innlendis›Samfelag
Long tíð til fólkið slapp av skipinum
Eystein Dalsgaard var eitt av ferðafólkunum við Ternuni leygardagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/191360575_982460659163732_3497485255244327307_n_1.jpg?itok=8ya1M5vH)
Ternan fór á land í Skopun seinnapartin leygardagin, men hon flotnaði á flóðini. Fyribils kanningar benda á, at eitt menniskjaligt mistak var orsøkin
- Tað var eingin ógvislig uppliving, tá ið Ternan fór á land í Skopun leygardagin.
Tað sigur eitt av ferðafólkunum, Eystein Dalsgaard úr Skálavík.
Hann heldur tó, at tað gekk rættiliga drúgv tíð, til ferðafólkið slapp av skipinum.
Hvørki stjórin á Strandferðsluni ella stjórin í Sjóvinnustýrinum vilja gera stórvegis viðmerkingar til málið.
Teir siga báðir, at fyribils kanningar vísa, at talan var um eitt menniskjaligt mistak.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Ternan fór aftur í sigling um Skopunarfjørð í gjáramorgunin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV