- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eystaravág fær nýtt lív
10.03.2021 - 11:13
Innlendis›Samfelag
Eystaravág fær nýtt lív
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur tað vera gott hugskot at byggja tjóðleikhús á Bursatanga

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tekur væl ímóti ætlanini at byggja tjóðleikhús á Bursatanga
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Tjóðleikhúsið kann geva øllum økinum kring Eystaruvág í Havn nýtt lív.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fegnast um ætlanina at byggja nýggja tjóðleikhúsið á Bursatanga.
Nú avgerð er tikin um staðsetingingina, er næsta stigið, at arkitektarnir koma við uppskoti um, hvussu tjóðleikhúsið skal síggja út, í samljóði við valdu staðsetingina.
Fimm samtøk av arkitektum eru góðkend frammanundan at vera við í kappingini.
Uppskotini skulu vera inni seinni í ár.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV