![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/_mgl5995.jpg?itok=VuMff8Mu)
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Arena skal nú viðgerðast í býráðnum í Havn.
Sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, eru privatu pengarnar nú funnir til stórhøllina, og tí skal Tórshavnar býráð nú viðgerða tilsøgnina um góðar 109 milliórnir krónur, sum býráðið skal lata til stórhøllina.
Niels Mortensen, sum situr í arbeiðisbólkinum til Føroya Arena saman við Tummasi Justinussen og Jón Sigurdsson, vil ikki gera samrøðu við útvarpi.
Men í stuttari viðmerking, sigur Niels Mortensen, at nevndin ikki er liðug við arbeiðið enn, men nevndin vónar at vera komin á mál eftir páskir.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at arbeiðsbólkurin og kommunan hava samskift nógv síðani arbeiði fór ígongd, og tískil er ongin orsøk til at bíða eftir endaliga arbeiðinum hjá nevndini.
Sí eisini