- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ternan verður ódrúgv - skal avloysa Teistan
25.02.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Ternan verður ódrúgv - skal avloysa Teistan
Tað er framvegis ein avbjóðing at fáa alt at ganga upp hjá Strandferðsluni

Ternan verður eftir øllum at døma ódrúgv á Nólsoyarleiðini, tá hon er komin aftur í sigling, tí stutt eftir skal Ternan avloysa Teistan um Skopunarfjørð
Strandferðslan hevur einki skip at seta í sigling um Nólsoyarfjørð stutt eftir, at Ternan hevur verið til 40 ára klassing.
Tí í apríl/mai skal Ternan sigla um Skopunarfjørð fyri Teistan, sum fer í dokk.
Jósup, sum í løtuni avloysir á Nólsoyarleiðini, fer at sigla til Mykisnes frá 1. apríl til 17. oktober.
Og í juni/juli fer Ternan at røkja siglingina hjá Sam í Kalsoynna.
Hoyr samrøðu við Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV