Nú skal støða takast til Hoydalar

22.02.2021 - 18:02
InnlendisSamfelag
Nú skal støða takast til Hoydalar
Samráðingar eru við Uttanríkis- og mentamálaráðið
Ein kanning vísir, at 60 prosent av teimum spurdu, vilja hava eldra- og lestraríbúðir í Hoydølum

Tórshavnar kommuna hevur sett freist til 5. mars, hvat skal gerast við bygningarnar í Hoydølum.

Samráðingar eru millum kommununa og Uttanrikis- og mentamálaráðið um, at kommunan yvirtekur gamla skúlabygningin í Hoydølum, og at Uttanríkis- og mentamálaráðið yvirtekur Venjingarskúlan.

Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt, vísir, at 60 prosent av teimum spurdu vilja hava eldra- og lestraríbúðir í Hoydølum. 25 prosent hava onga meining um, hvat skal gerast við økið, og 14 prosent svara, at Hoydalar skulu fáa frið.

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen, borgarstjóra, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050