- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiparar vilja hava burtur av endurgjaldinum
Skipara- og Navigatørfelagið krevur nú at fáa níggju milliónir krónur av teimum 80 milliónir krónunum, sum Northwest Pelagic krevur Fiskimálaráðið eftir endurgjaldi.
Hetta er sjálvandi treytað av, at Northwest Pelagci fær endurgjald.
Umframt tær 80 milliónir krónurnar, sum Northwest Pelagic krevur Fiskimálaráðið eftir í endurgjaldi, krevur felagið eisini 19.000 tons av uppsjóvarfiski, nógv tað mesta er svartkjaftur, hitt eru sild og makrelur.
Hetta er gjørt, tí felagið slapp ikki at bjóða á uppboðssølunum, sum vóru, sigur reiðarin Jógvan Martin Ferjá Joensen.
Mistu veiðiloyvið
Northwest Pelagic misti veiðiloyvið í desember í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski eigaraskapurin í skipi felagsins, Atlantsfarinum, var ov stórur.
Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald. Felagið fekk tí veiðiloyvið aftur í mars í 2020.
Men Northwest Pelagic hevur nú kravt endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi.
Fiskimálaráðið og Northwest Pelagic fara at fundast um endurgjaldskravið.
Sí eisini