- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaðurin: Skipanin eigur at verða broytt
23.12.2020 - 13:51
Innlendis›Samfelag
Formaðurin: Skipanin eigur at verða broytt
Jn.fo fekk ongan miðlastuðul í ár, hóast miðilin hevur fingið stuðul undanfarin ár
Miðlastuðulin tekur lívið av teimum smáu miðlunum, tí hann verður givin út frá skeivum fortreytum.
Tað sigur Jóanis Albert Nielsen, sum starvast á miðlinum jn.fo, sum ongan stuðul fekk í ár.
Nýggi formaðurin í miðlastuðulsnevndini, Eirikur í Jákupsstovu, heldur, at skipanin eigur at verða broytt.
Sosialurin fekk aftur í ár størstu upphæddina. Tey fingu umleið 700.000 krónur av teimum báðum milliónunum.
Miðilin R7, sum hevur boðað frá, at hann gevst á nýggjárinum, fekk knappar 200.000 krónur, tí miðlastuðulin verður latin út frá lønarútreiðslum og virksemi, sum hava verið.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV