Fara nú at venda sær til norsku skipasmiðjuna

11.12.2020 - 12:49
InnlendisSamfelag
Fara nú at venda sær til norsku skipasmiðjuna
Erla Kongsdóttir er tikin úr sigling, og fyribils røkir Hasfjord farleiðina um Nólsoyarfjørð
Hilmar Eliasen er stjóri á Strandferðsluni

Strandferðslan fer nú at venda sær til norsku skipasmiðjuna, sum hevur smíðað Erlu Kongsdóttir.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, eftir hendingina, tá rútar brotnaðu á nýggja avloysaraskipinum, sum var á veg til Havnar úr Nólsoy fyrrapartin.

Rútarnir brotnaðu í borðinum, sum var í le, og sostatt var tað ikki sjógvur, sum breyt rútarnar, sigur hann.

Tað er óvist, nær Erla Kongsdóttir fer aftur í sigling.

Fyribils røkir Hasfjord siglingina um Nólsoyarfjørð.

Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við Hilmar Eliasen í utvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008