- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríkiljan eitur Erla Kongsdóttir
Tríkiljan eitur Erla Kongsdóttir
Nýggja avloysraskipið fer fyrst at sigla á nólsoyarleiðini, tí hálvan oktober fer Ternan til 40 ára klassingar
26.08.2020 - 09:11
Nýggja ferjan, tríkiljan, hjá Strandfaraskipum landsins eitur Erla Kongsdóttir.
Tað hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, gjørt av.
Erla Kongsdóttir fer í fyrstu atløgu at sigla á nólsoyarleiðini, tí hálvan oktober fer Ternan til 40 ára klassingar, sum væntandi tekur tveir mánaðir.
Sam ella Hasfjord skulu flyta farmin til Nólsoyar.
Erla Kongsdóttir er skjóttgangandi tríkilja, sum tekur 96 ferðafólk, lættan farm og í mesta lagi tríggjar bilar.
Siglingartíðin millum Nólsoy og Havnina verður okkurt um 12 minuttir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV