Kima er millum heimsins bestu

03.12.2020 - 14:10
InnlendisSamfelag
Kima er millum heimsins bestu
Nógvir fyrimunir er við nýggju samskiftisútgerðini, sum Føroya Tele og Ericsson hava ment
Michel Boolsen, fúti, er fegin um nýggju samskiftisskipanina

Nýggja samskiftisútgerðin hjá politinum, Kima, er eitt stórt stig fram á leið, og førir okkum væl inn í 21. øld, sigur Michael Boolsen, fúti, nú útgerðin Kima varð latin tilbúgvingini fyrrapartin.

Føroya Tele og Ericsson hava ment útgerðina, sum er millum tær bestu í heiminum, sigur fútin.

Nógvir fyrimunir eru við nýggju útgerðini, tí nú verður munandi lættari at samskifta.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar á Føroya Tele, tá nýggja samskiftisútgerðin varð latin tilbúgvingini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109