Uppskotið um veiðigjaldið kemur í desember

18.11.2020 - 15:36
InnlendisPolitikkur
Uppskotið um veiðigjaldið kemur í desember
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði í dag einum munnligum fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, væntar, at uppskotið um veiðigjaldið verður klárt at leggja fyri tingið í desember

Uppskotið um veiðigjaldið kemur í desember.

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Johan Dahl í Sambandsflokkinum í løgtinginum seinnapartin.

Hann segði, dentur verður lagdur á at hava eina einfalda skipan, so vinnan veit, hvat gjaldið verður, tá skipini loysa.

Arbeitt verður við leistinum til veiðigjaldið í løtuni, og tað arbeiðið verður væntandi liðugt um tvær ella triggjar vikur. Síðani fer málið til politiska viðgerð.

Gjaldið verður ásett fyri eitt ár í senn, og talan verður um eitt kilogjald, segði Jørgen Niclasen.

Hoyr svarið frá landsstýrismanninum og orðaskiftið um munnliga fyrispurningin frá Johan Dahl í løgtinginum.

Meiri verður at frætta um málið í Breddanum í útvarpinum, sum kemur eftir tíðindini klokkan 17.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050