- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsstovnurin hittir partarnar í morgin
22.10.2020 - 15:55
Innlendis›Samfelag
Semingsstovnurin hittir partarnar í morgin
Í løtuni eru tilsamans 76 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli

Semingsmenninir hitta partarnar hvør sær fyrrapartin í morgin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Fyrrapartin í morgin hittir semingsstovnurin partarnar í sáttmálatrætuni millum felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
50 sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall mánamorgun, og seinnapartin í dag fóru 26 sjúkrarøktarfrøðingar aftrat í verkfall.
Hoyr Terja Sigurðsson, semingsmann, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV