- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov fáir el-bilar í Føroyum
25.09.2020 - 15:19
Innlendis›Politikkur
Ov fáir el-bilar í Føroyum
Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, heldur, at el-bilar eiga framvegis at sleppa undan mvg
Alt ov fáir el-bilar eru í Føroyum, og meira má gerast, so vit verða grønari, sigur Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Sambært hagtølum hjá Akstovuni eru skrásett tilsamans 39.844 akfør í Føroyum í løtuni. Av hesum eru 277 el-akfør, ella 0,7 prosent.
Hervør Pálsdóttir heldur, at el-bilar eiga framvegis at sleppa undan meirvirðisgjaldi. Men vetnisbilar eiga ikki at fáa somu sersømdir, heldur hon.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, sigur, at hann mælir eisini til, at mvg-frítøkan av el-bilum heldur fram, og at el-bilar framvegis skulu sleppa undan vegskatti.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV