- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið kann verða kravt eftir endurgjaldi
21.09.2020 - 16:17
Innlendis›Politikkur
Landsstýrið kann verða kravt eftir endurgjaldi
Bjørn á Heygum, advokatur, sigur, at greiða átti at verða fingin á, hvør hevur heimild til at stongja skeinki- og matstøð.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/bjorn.png?itok=soRdZWzf)
Bjørn á Heygum, advokatur
Løgtingið fer aftur í morgin at viðgera eitt lógaruppskot, um at leingja heimildina hjá Helga Abrahamsen, landsstýrimanni, at steingja skeinki- og matstøð við lóg.
- Í ringasta føri kann tað kosta landsstýrinum endurgjaldskrav frá skeinki- og matstovum, um málið verður roynt í rættinum, og komið verður til ta niðurstøðu, at heimildin er ikki hjá løgtinginum, men í donsku epidemilógini.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur.
Hann væntar tó ikki, at ivamálini í hesari lóggávuni nakrantíð verða roynd og harvið avklárað.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV