- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir til at taka tunnilsfeløgini av
28.08.2020 - 16:07
Innlendis›Politikkur
Mælir til at taka tunnilsfeløgini av
Ætlanin at flyta umsitingina av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eigur at steðga, sigur Rósa Samuelsen, samgongutingkvinna
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í svari til ein fyrispurning frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, sagt, at fyrisitingin av Vága- og Norðoyatunnilin flytur til Saltangará í desember í ár.
Men hetta ørkymlar Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Sambandsflokkin og samgongutingkvinnu.
Hon sigur, at hetta er tekin um drál og vantandi strategiska avgerð um at taka partafeløgini fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin av.
Ætlanin at flyta umsitingina eigur tí at verða steðgað, til ein heildarloysn fyriliggur, sigur Rósa Samuelsen.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV