Mælir til at taka tunnilsfeløgini av

28.08.2020 - 16:07
InnlendisPolitikkur
Mælir til at taka tunnilsfeløgini av
Ætlanin at flyta umsitingina av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eigur at steðga, sigur Rósa Samuelsen, samgongutingkvinna
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, heldur, at partafeløgini Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eiga at verða tikin av

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í svari til ein fyrispurning frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, sagt, at fyrisitingin av Vága- og Norðoyatunnilin flytur til Saltangará í desember í ár.

Men hetta ørkymlar Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Sambandsflokkin og samgongutingkvinnu.

Hon sigur, at hetta er tekin um drál og vantandi strategiska avgerð um at taka partafeløgini fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin av.

Ætlanin at flyta umsitingina eigur tí at verða steðgað, til ein heildarloysn fyriliggur, sigur Rósa Samuelsen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109