Hótta við at taka stuðul til samferðsluverkætlanir aftur

24.10.2021 - 14:00
InnlendisPolitikkur
Hótta við at taka stuðul til samferðsluverkætlanir aftur
Samgongupolitikarar í Norðoyggjum og Vágum hótta við at ganga ímóti øðrum samferðsluverkætlanum hjá samgonguni, um tað ikki verður ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar

Samgongupolitikarar í Norðoyggjum og í Vágum taka undir við kravinum frá lokalfeløgunum hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, umframt valfelagnum hjá Miðflokkinum í Norðoyggjum, um beinavegin at avtaka partafeløgini, sum reka Vágatunnilin og Norðoyartunnilin.

Tunlarnir skulu so leggjast í landsvegakervið, halda tey fimm lokafeløgini.

Tað merkir, at tað skal vera ókeypis at koyra.

 

Fíggingin av Suðuroyartunnlinum

Tað er kjakið síðstu dagarnar um ein komandi Suðuroyartunnil, og hvussu hesin skal fíggjast, sum fær tey fimm lokalfeløgini at reagera.

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, býr í Hvannasundi, og hann heldur eisini, at tunnilsfeløgini skulu avtakast.

Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum er samdur við Steffani Klein Poulsen.

Í Vágum hava tey leingið stríðst fyri at fáa avtikið tunnilsgjaldið.

Rósa Samulesen úr Sambandsflokkinum heldur, at tey hava verið tolin, men nú er nokk, tá prátað verður um at hækka gjaldið aftur fyri at fíggja Suðuroyartunnilin.

Tí tekur hon undir við at avtaka tunnilsfeløgini og leggja Vágatunnilin og Norðoyartunnilin undir landsvegakervið.

 

Ókeypis er ein treyt

Tey trý samgongutingfólkini eru eisini tilreiðar at taka rættuliga óvanlig stig.

Tey halda, at løgtingið skal bíða við at avgreiða lógaruppskotini um innkomuvegin til Havnar og Fámjinstunnilin, til p/f Vágatunnilin og p/f Norðoyatunnilin eru strikað, sum partafeløg og tað er blivið ókeypis at koyra gjøgnum hesar tunlar:
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109