- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sundurliðing fyrimunur fyri veitara og brúkara
01.08.2020 - 13:23
Innlendis›Tøkni
Sundurliðing fyrimunur fyri veitara og brúkara
Stjórin í Vindrøkt vísir aftur, at streymprísurin fer at hækka, um netið hjá SEV verður skilt frá
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/johan_i_nidristovu_0.png?itok=5fLq1LBQ)
Jóhan í Niðristovu er stjóri í Vindrøkt
Stjórin í felagnum Vindrøkt, Jóhan í Niðristovu, vísir aftur, at tað verður dýrari hjá brúkaranum, um netið og framleiðslan hjá SEV verða liðað sundur. Tað verður tvørturímóti ein fyrimunur, sigur hann.
John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, segði í útvarpinum hósdagin, at verða netið og framleiðsluparturin hjá SEV skild sundur, fer streymprísurin at hækka.
Jóhan í Niðristovu heldur, at tað verður ein fyrimunur fyri bæði veitaran og brúkaran at liða SEV sundur.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV