- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona ávirkar Gadus
29.03.2020 - 14:00
Innlendis›Vinna
Korona ávirkar Gadus
Gadus kom á Klaksvík í morgun eftir tveir mánaðir í Barentshavninum, men manningin sleppur ikki í land enn

Manningin skal landa tey 742 tonsini av frystum flaki, sum skipið hevur fiskað hesar tveir mánaðirnar í norska partinum av Barentshavinum. Hetta fyri, at ongin úr landi kemur umborð og dregur møguliga smittu við sær.
Gadus hevur tvær manningar, og tá skipið fer avstað aftur, skal tann manningin, sum hendan túrin var í landi, umborð. Serligar trygdarreglur eru eisini settar í verk fyri hesa manningina.
Hoyr John Fuglø, skipara á Gadusi, greiða frá.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV