Talið av arbeiðsleysum verður fleirfaldað

bannari
18.03.2020 - 12:55
Innlendis
Talið av arbeiðsleysum verður fleirfaldað
Talið av arbeiðsleysum í Arbeiðsloysisskipanini verður fleirfaldað, eftir at fyritøkur hava sent hundraðtals fólk til hús, væntar ALS

Nú Gist&Vist og handlarnir í SMS hava sent hundraðtals fólk til hús, væntar Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, at talið av arbeiðsleysum verður fleirfaldað.

Landsstýrið kunngjørdi um vikuskiftið ein fíggjarligan hjálparpakka, ið skal veita hjálp til tær fyritøkur og borgarar, ið kunna enda í fíggjarligum óføri í samband við korona-tiltøkini.

Eitt av átøkunum í hjálparpakkanum er at víðka um ALS-grunnin, so at hann eisini fevnir um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru sett í ella verða tilmæld at fara í sóttarhald.

Harumframt skulu løntakarar fáa arbeiðsloysisstuðul sum eitt ískoyti, um tað gerst neyðugt hjá arbeiðsgevarum at seta starvsfólk niður í tíð.

Higartil er talið av arbeiðsleysum í ALS skipanini 282 fólk, men eftir at Gist&Vist samtakið í gjárkvøldið boðaði frá, at hundraðtals starvsfólk verða send til hús, fer talið at veksa.

ALS-grunnurin er væl fyri

Men hóast talan er um ein øgiligan vøkstur í talinum av arbeiðsleysum, so er ALS-grunnurin væl fyri at lofta teimum, ið nú fáa tørv á hjálp, sigur Magni á Deild, stjóri.

- Líka síðan telefonlinjurnar lótu upp mánamorgun hevur gravgangur verið av fólkum, ið hava spurningar til ALS-skipanina, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS.

Men hann vísir á, at tað er ikki neyðugt hjá arbeiðstakarum at venda sær til ALS, tí tað er uppgávan hjá arbeiðsgevaranum.

Og fyri at lætta um hjá teimum verður nú ein serlig skipan gjørd.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824