- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus: Barentshavstrolarar fyri mismuni á uppboði
-Uppboðssølukunngerðin er greitt dømi um, at landsstýrismaðurin hevur tann politikk, at nú skal onkur annar sleppa framat at keypa kvotu í Barentshavinum.
Tað sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK-Trol og formaður í Reiðarafelagnum, sum undrast á, at øll kvotan í Barentshavinum nú skal seljast á afturlatnari uppboðssølu, harav størsti parturin skal seljast eftir tí leisti, at boðið er bindandi.
-Eitt minstakrav mátti verið, at allir skipabólkar fingu somu viðferð úr Fiskimálaráðnum, sigur Hanus Hansen.
Í ár skulu seljast 3029 tons av barentshavskvotu á uppboðssølu - og alt verður selt á afturlatnari uppboðssølu.
Til samanberingar verða millum 40 og 50 prosent av uppboðssølukvotunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti seld á opnari uppboðssølu, og herfyri varð øll uppboðssølukvotan á Flemish Kap seld á opnari uppboðssølu.
Stjórin í JFK-Trol, sum eisini er virkandi formaður í Reiðarafelanum, leggur ikki fingrarnar ímillum, men skírir Fiskimálaráðið at gera mun á ymsu skipabólkunum - og har barentshavstrolararnir eru svartiper.
I fjør varð afturlatna uppboðssølan skipað soleiðis, at lægsta góðkenda boðið ásetti prísin, sum øll skuldu gjalda. Men í ár verður ein nýggjur leistur fyri afturlatna uppboðssølu eisini royndur - ein leistur, har boðið er bindandi. 76 prosent av uppboðssølukvotuni í Barentshavinum í ár verður seld sum eitt ára rættindi, har boðið er bindandi. Tað vil, sambært Hanusi Hansen, gera tað uppaftur truplari at bjóða.
Øll uppboðssølu-kvotan í Barentshavinum verður seld 11. apríl.
Sí eisini