- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísurin er minkaður nógv men ikki veiðigjaldið
Hóast prísurin á sild er lækkaður niður í helvt, so verður veiðigjaldið tað sama næsta ár, 75 oyru fyri kg.
Tað mæla samgonguumboðini í Vinnunevndini til í álitinum, sum varð lagt fyri tingið í gjár, eftir stutta viðgerð í nevndini.
Andstøðan, sum hevur meirilutan í nevndini, mælir frá at samtykkja uppskotið.
Andstøðan í Vinnunevndini sigur í álitinum, at eftir nýggjár verður uppskot lagt fyri løgtingið, sum ásetur meira rímilig veiðugjøld.
Samgonguumboðini mæla til at tað verður hildið gjølla eyga við prísunum, so gjaldið er rímiligt í mun til virðið á tilfeinginum.
Arbeitt verður framvegis við nýggju veiðigjaldslógini, og samgonguumboðini siga seg vóna, at samlaða polittiska skipanin fæst at innføra eitt betri veiðigjald enn tað sum er galdandi.
Sí eisini