ALS krevur útgoldnar pengar aftur

19.10.2018 - 10:52
InnlendisSamfelag
ALS krevur útgoldnar pengar aftur
Fleiri fólk verða nú kravd aftur eftir pengum, sum tey hava fingið ov nógv útgoldið.
Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.

Fleiri fólk, sum seinasta árini hava fingið útgjald úr arbeiðsloysisskipanini, verða nú kravd aftur eftir pengum, ið tey hava fingið ov nógv útgoldið.

Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sigur, at ALS javnan ger kanningar fyri at tryggja sær, at útgoldni peningurin, verður útgoldin av røttum.

14. hvønn dag skulu limir í arbeiðsloysisskipanini dagføra arbeiðstímar og annað. Síðani verður útgjaldið úr arbeiðsloysisskipanini regulerað eftir hesum. Tað er í samband við hetta, at pengar eru blivnir útgoldnir av órøttum, sigur stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen. 

- Tað kemur fyri viðhvørt, at tað ikki er samsvar millum tað, sum fólk siga seg hava tjent og tað, sum Taks upplýsir, og so kanna vit tað nærri. Í summum førum kemur tað fyri, at vit hava goldið pengar av órøttum, sigur hann. 

Hoyr samrøðu stjóran í ALS omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823