- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Fiskivinnunýskipanin orsøk til søluna
Trolarin Sjúrðarberg hjá JFK reiðarínum er seldur til Russlands, og manningin, sum telur góðar 20 mans, er uppsøgd.
Hanus Hansen, reiðari, sigur, at orsøkin til, at Sjúrðarberg er seldur er, at minni verður at fiska í framtíðini.
- Tá 2019 kemur, fara vit at hava 45 % minni av kvotum í Barentshavinum, enn vit høvdu fyri tveimum árum síðani. So er ikki pláss at hava tvey skip í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen, reiðari, vera millum orsøkirnar til, at Sjúrðarberg er seldur.
Sambært Hanusi Hansen var sølan av Sjúrðarbergi ikki aktuel, áðrenn fiskivinnunýskipanin byrjaði at taka skap.
- Hann hevði ikki verið seldur, um vit ikki fingu hesa nýskipanina, sigur hann.
Hoyr samrøðu við Hanus Hansen omanfyri.
Sí eisini