Føroyar skulu hava meira kunning

09.05.2018 - 12:07
InnlendisPolitikkur
Føroyar skulu hava meira kunning
Poul Michelsen og Anders Samuelsen hava í dag fundast um, hvussu Føroyar kunnu fáa fleiri trúnaðarupplýsingar á uttanríkispolitiska økinum
Anders Samuelsen og Poul Michelsen hittust í dag
Mynd: Beinta Løwe  

Føroyar og Danmark skulu finna eina loysn fyri, hvussu Føroyar kunnu fáa fleiri trúnaðarupplýsingar á uttanríkispolitiska økinum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur javnan funnist at donsku stjórnini, tí tey eru ov pírin við at lata Føroyum upplýsingar, og Føroyar harvið onki grundarlag hava at taka støðu á.

Tá fleiri ES lond, teirra millum Danmark, vístu diplomatum av landinum, tí Russland varð sett í samband við eitt mál, har ein fyrrverðandi njósnari og dóttir hansara vórðu eitrað, valdi Føroyar onki at gera.

Tá vísti Poul Michelsen á, at hann onga kunning úr Danmark um viðurskiftini. Men nú skulu hesi viðurskifti broytast.

Poul Michelsen hevur í dag verið á fundi við danska uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen.

- Vit eru samdir um, at har er ein leistur, sum vit kunnu brúka. Tað er við, at vit upp á ein ella annan máta gera eina avtalu um, hvussu vit - í trygdarspurningum - kunnu informera hvønn annan (...) Soleiðis at føroyska Landsstýrið fær informatiónirnar gjøgnum eitt góðkent ráð, sigur Poul Michelsen millum annað um úrslitið av fundinum við danska uttanríkisráðharrinum. 

Anders Samuelsen er samdur og sigur seg skilja, at føroyingar gjarna vilja hava fleiri upplýsingar í málum, sum ávirka landið. 

- Tað royna vit nú at fáa í lag, soleiðis at vit kunnu finna nakrir leistir fyri, hvussu vit gera tað betri í framtíðini, sigur Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri í Danmark. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369