- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja eftirmeta skipanir viðvíkjandi undantøkum
Skipanin á almenna arbeiðsmarkninum, sum skal tryggja, at verkfall ella verkbann ikki seta lív og heilsu hjá teimum veikastu í samfelagnum, eigur at verða endurskoðað.
Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn og forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Hon heldur eisini, at tað er, meðan friður er á almenna arbeiðsmarknaðinum, at eftirmetingin skal gerast.
Verkfallið á jólum drúgt
Bylgjurnar gingu høgt, tá pedagogfelagið var í verkfalli í desember og januar.
Stór ósemja tók seg upp millum Almannaverkið og Pedagogfelagið um tey undantøk, sum pedagogfelagið var sinnað at geva Almannaverkinum undir verkfallinum.
Serliga talið av starvsfólk, sum skuldu til fyri at taka sær av teimum veikastu og mest krevjandi borgarunum, var eitt afturvendandi evni í stríðnum.
Innlima triðja part
Stjóri í Almannaverkinum, Edvard Heen, eftirlýsti, at ein óheftur triðji partur var partur av ásetingunum av undantøkunum í verkfallinum.
Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, er samd, at tað kundi verið ein loysn at havt ein triðja part við.
Men hon heldur eisini, at fráboðanarfreist fyri undantøkum er ein avbjóðing.
Skipanin riggar væl
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, heldur, at skipanin við undantøku á økinum riggar eftir umstøðunum væl.
Tað kemur ikki upp á tal, at Pedagogfelagið gongur við til, at teirra verkfallsrættur verður skerdur.
Undantøkini eru fyri í løgtinginum í dag, tí Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skal svara einum spurningi frá Brandi Sandoy um júst undantøkini
Sí eisini