- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjørdi tilmæli um starv og fekk starvið sjálvur

Fulltrúi í uttanríkis- og vinnumálaráðnum er settur sum leiðari á nýstovnaðu menningardeildini undir Visit Faroe Islands. Eitt starv, ið hann sum embætismaður sjálvur gjørdi tilmæli um at seta á stovn.
Í januar 2016 setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum ein arbeiðsbólk, sum skuldi orða eina virkisætlan fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum. Heilt ítøkiliga skuldi hesin arbeiðsbólkurin koma við tilmælum um, hvussu ferðavinnan her heima skuldi skipast.
Mæltu til menningardeild
Uttanríkis- og vinnumálaráðið setti Jóhan Paula Helgason úr Vinnumálaráðnum og Gunnvør Balle úr Uttanríkismálaráðnum í arbeiðsbólkin. Og umframt tey bæði vóru fýra onnur sett í arbeiðsbólkin.
Næstan hálvtannað ár seinni varð arbeiðsbólkurin liðugur við arbeiðið, og ein heildarætlan varð løgd fram.
Eitt av mongu tilmælunum, sum hesin arbeiðsbólkurin kom við, var, at ein nýggj menningardeild skuldi setast á stovn. Og 19. januar í ár søkti Visit Faroe Islands eftir tveimum fólkum til hesa nýggju deildina.
Mældi til, søkti og fekk starvið
Útvið 100 umsóknir komu inn til tey bæði størvini. Og annað starvið fekk Jóhan Pauli Helgason.
Jóhan Pauli Helgason fær sostatt eitt starv á eini nýggjari deild, sum hann sjálvur hevur mælt til, verður sett á stovn.
Men alt er farið rætt fram. Tað sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum varðar av Visit Faroe Islands.
Hoyr innslagið omanfyri.
Sí eisini